Mong hava Týskland sum favoritt at vinna á Italia í EM-hálvfinaluni í pólska høvuðsstaðnum, Warzawa í kvøld klokkan 19.45.
Men hyggja vit eftir søguligu gongdini, so hava týskarar orsøk til at óttast Italia. Liðini hava áður møtst í einari HM-finalu og tveimum HM-hálvfinalum, og hevur Italia verið tað sigrandi liðið hvørja ferð.
Vit nýtast bert at fara aftur til HM-endaspælið í 2006, har táverandi vertsstjóðin, Týskland mátti lúta 0-2 á heimavølli ímóti Italia. Bæði tey italsku málini fullu í longdu leiktíðini, har Grosso og Del Piero skoraðu í 119. og 120. minutti.
Liðini møtust í HM-finaluni í Spania í 1982, har Italia veruliga setti Týskland uppá pláss við einum sannførandi 3-1 sigri, har Italia enntá var á odda 3-0.
Í HM-endaspælinum í Meksiko í 1970 spældu liðini eina minniliga HM-hálvfinalu. Dysturin varð valdur til at verða "aldarinnar fótbóltsdystur" í 2000. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Longda leiktíðin gjørdist ein sannur gysari, har Italia at enda vann 4-3.
Í HM-endaspælinum í Chile í 1962 vóru londini í bólki saman, tá endaði dysturin við javnleiki 0-0. Í EM-endaspælinum í Týsklandi í 1988 vóru londini eisini í bólki saman, tá endaði dysturin við javnleiki 1-1.
So tá talan er um týdningarmiklar HM og EM endaspælsdystir, so hevur Italia veruliga takið á Týsklandi.
EM hálvfinalur:
Týskland - Italia 19:45