Talið av deyðum í Italia seinasta samdøgnið er hitt lægsta seinastu 14 dagarnar.
Hóast tølini yvir fólk, sum doyggja av korona-smittu, framvegis eru høg, gevur talið av deyðstilburðum seinasta samdøgnið tó eina lítla vón um, at støðan kanska fer at venda.
Tað er italska ávísin, La Repubblica, sum ber hesi tíðindi.
Seinastu 24 tímarnar doyðu tilsamans 525 fólk av korona-virus í Italia, og samdøgnið undan hesum doyðu 681 fólk. Samanlagt eru nú 15.887 fólk deyð av covid-19 í Italia.
Síðan korona-smittan rakti Italia, hava 128.948 fólk fingið smittuna. Seinasta samdøgnið eru 4316 fólk staðfest smittað, og samdøgnið undan hesum var talið 4805, skrivar italska ávísin.