Italia og klavertónleikur í Reinsarínum í kvøld

Italski klaverspælarin Mauro Patricelli, sum eisini er tónleikaskald fer at spæla eina konsert á Reinsarínm í Havn í kvøld klokkan 19.

 

– Konsertin er ókeypis og høvi verður eisini at hitta italska sendimannin sum er við á ferðini, sigur Magni Arge, sum er italskur konsul í Føroyum.

 

Umframt at spæla og komponera, so hevur Mauro Patricelli serligan áhuga fyri siðsøguligum tónleiki, og hevur í eina tíð granskað og ment tónleik burturúr eldri donskum og suðuritalienskum tónleikaarvi.

 

VIð ferðini hjá italska sendimanninum í er eisini føroyavinurin Gianfranco Contri, sum gjørdi føroyskt-italsku orðabókina á sinni. Hann verður eisini við á Reinsarínum í kvøld um fólk hava áhgua í at hitta hann, sigur Magni Arge.