Italia omaná á Tórsvølli

Føroyska U17 landsliðið hjá gentum tapti í dag 4-0 fyri Italia

Tað gekk bara ein minuttir og so var 1-0 til Italia. Støðan í hálvleikinum var 4-0 til gestirnar, men í seinna hálvleiki reistist føroyska liðið og helt málið reint allan hálvleikinum.

 

Les eisini: Altjóða kapping í Føroyum

 

Tað var nakað av vindi og regni, tá dysturin byrjaði. Føroyska liðið kom illa frá byrjan. Bólturin lá í føroyska málinum longu aftaná ein minutt. Síðani mátti føroyska liðið skifta út í miðverjuni vegna skaða.

 

Føroyska liðið royndi at hótta í mótvindinum, men bleiv revsað í hinum endanum, so hálvleiksstøðan var 4-0 til Italia.

 

Í seinna hálvleiki stríddist føroyska liðið alt tað tær vóru mentar. Tað hindu italsku gentunum burtur frá málinum, so endaliga úrslitið bleiv 4-0. Hetta var fyrsti dysturin í EM undankappingarbólki 9 fyri U17 landslið hjá gentum, sum í hesum døgum verður avgreitt í Føroyum.

 

Í kvøld klokkan 18 spæla Noreg og Grikkaland á Tórsvølli.