Italia setir strong tiltøk fyri fólk sum ikki eru koppsett

Gerandisdagurin verður skjótt skerdur hjá fólki í Italia, sum ikki eru koppsett í móti covid-19

 

Italska stjórnin setir strong tiltøk í verk fyri fólk, sum ikki eru koppsett ímóti covid-19.

Frá 6. desember sleppa fólk, sum ikki eru koppsett, ikki at eta á innandura matstovum, í biograf ella til ítróttartiløk.

Higartil eru fólk, sum ikki eru koppsett, sloppin til tiltøk við at vísa negativt svar frá koronukanning.

Tað skrivar tíðindastovan AP.

Harumframt setir stjórnin í Rom sum krav fyri løgreglu- og herfólk eins og starvsfólk á øllum skúlum, at tey skulu vera koppsett. Tað hevur higartil bara verið krav fyri starvsfólk á sjúkrahúsum og øðrum pørtum av heilsuverkinum.

Endamálið við tiltøkunum er at steðga »seinu men støðugu« økingini í talinum av smittaðum, eins og við at endurbyggja búskapin í triðstørsta búskapinum í ES.

Tað sigur forsætisráðharrin í Italia, Mario Draghi. Italski búskapurin tódnaði undir farsóttini í 2020 við 8,9 prosentum.

/ritzau/