Greinarar høvdu væntað, at italski stórbankin Unicredit fór at kunngera eitt lítið avlop fyri triðja ársfjórðing, men teir fingu einki minni enn ein skelk, tá bankin seinnapartin kunngjørdi, at hann hevði 10,6 milliardir evrur ella 78 milliardir krónur í halli. Niðurskrivingar upp á almenna skuld er høvuðsorsøkin til tað ringa úrslitið.
Samstundis varð fráboðað, at bankin skal hava nýggjan kapital, og at eigararnir fáa einki vinningsbýti í ár. Bloomberg skrivar, at Unicredit skal hava 56 milliardir krónur í nýggjum kapitali.
Tá bankin kunngjørdi roknskapin fyri triðja ársfjórðing, fall virðið á partabrøvum bankans trý prosent. Tað gjørdi, at handilin varð steðgaður, men stutt fyri afturlatingartíð bar aftur til at keypa og selja Unicredit-partabrøv.