Italskur fótbóltur í svárum trupuleikum

Í 1970-unum og 80-unum vóru tað trupuleikar av enskum fótbóltsviðhaldsfólkum, men teir í Onglandi hava á fyrimyndarligan hátt fingið bilbukt við ófriðakropparnar. Nú eru so trupuleikarnir komnir til fótbóltsøra stylvalandið Italia, har tað nú javnan standast trupuleikar av ørum fanatiskum búrkroppum

FÓTBÓLTUR

Niels Petersen

[email protected]


Ein gøla fyri og onnur eftir hava seinastu árini regnað yvir fótbóltsøra Italia. Silvio Berlusconi –eigarin av AC Milan úr Milano- varð skýrdur at hava tætt samband við mafiuna á Sisilia, doping gølan hjá læknunum í Juventus og øðrum italskum liðum, og tað seinasta var, tá Juventus, Fiorentina, Milan, Reggina og Lazio fingu alskins bøtur fyri óreglusemi í sambandi við dystir.

Mutur var gerandiskostur, og dómarar fingu boð um at døma til fyrimuns fyri hvørt einstakt av hesum liðum.


Stórar bøtur

Liðini, ið vóru í gøluni fingu øll stórar bøtur. Størstu bótina mundi stórfelagið Juventus tó fáa, tí teir vóru einasta liðið, ið varð blakað úr deildini (Serie A) og niður í næstbestu deildina. Hini liðini fingu øll linligari bøtur, men tó nóg svárar til at geva teimum eitt rættuligt spark í dyntilin.

Juventus varð niðurflutt, og Milan, Fiorentina, Reggina og Lazio byrjaðu kappingarárið 2006/2007 við minus stigum á talvuni. Umframt hetta, mistu liðini eisini rættin til luttøku í europeisku kappingunum UEFA Cup og UEFA Champions League.


”Hooligans”

Bretsk lið hava í mong ár kempað ein øðiligan dyst við at afturhalda teirra hooligans, men ofta hevur tað verið til fánýtis, tí vit kenna øll ræðandi søgurnar gjøgnum tíðina, har serliga árini 1985 og 1989 standa fastbrend í serliga Liverpool viðhaldsfólki, tí tann 29. mai í 1985, tá Liverpool spældu móti Juventus í gamla eintakinum av Champions League. Tað kvøldið í mai doyðu 39 fólk av harðskapi, og fingu øll ensk lið, sum eitt eftirspæl, eitt bann frá øllum europeiskum kappingum, hetta bann vardi í fimm ár, men Liverpool fekk trý ár løgd afturat uppruna banninum.

Tann 15. apríl í 1989 var aftur galið, tí á Hillsborough Stadion í Sheffield, spældu Liverpool og Nottingham Forest eina hálvfinalu, og tað ferðina vórðu 96 fólk kroyst til deyða. Tann 15. apríl og 29. mai eru tessvegna dagar á kalendaranum, ið eru minningardagar teirra farnu í Liverpool.


So hendi tað aftur

Sunnudagin í síðstu viku, tá Inter og Lazio skuldu spæla í italsku Serie A, varð lógreglan varug við at viðhaldsfólk hjá Lazio og Juvnetus vóru í einum bardaga á einum stórum parkeringsplássi uttanfyri Rom. Ein lógreglumaður skeyt ávaringarskot og var so óheppin at raka ein bil á einum vegi, yvir staðnum, har orrustan var. Maðurin í bilinum varð raktur og doyði av løstunum. Mikudagin vóru so fleiri túsund fólk samlaði til jarðarferðina hjá hesum óhepna manni. Ein rúgva av stóru fótbóltsstjørnunum vóru uppmøttir fyri at vísa sína virðing, og eisini ein rúgva av argum viðhaldsfólki. Uttanfyri St. Pius X-kirkjuna í høvuðstaðnum. Og hóast presturin royndi at mæla til frið, fuku fasistisk róp og heilsanir í loft uttanfyri kirkjuna.


Eftirspæl

Eftir hendingina í Italia í vikuskiftinum, vil tann italski ítróttarráðharrin Giovanna Melandri hava at Serie A verður suspenderað í eitt longri tíðarskeið.

Tað verður ikki spælt í italsku Serie A hetta vikuskiftið, orsakað av at landsdystir verða spældir kring Europa, men hesin steðgurin er ikki nóg nógv hjá italska kvinnuliga ítróttarráðharranum, ið ynskir dystarskránna suspenderaða tær komandi vikurnar.

- Eg havi spurt um tað er nakar møguleiki fyri einum sterkum gestus, til dømis at suspendera deildirnar í nakrar vikur. Eg meini, at ein sterk hending er neyðug, fyri at vísa virðing frá ítróttarheiminum og okkara felags sorg og samstundis frávísa allan harðskap, sigur Giovanna Melandri, sambært BBC-5-Live í gjárkvøldið.

Uppskotið kemur í kjalavørinum av ruðuleikanum í vikuskiftinum, har eitt Lazio viðhaldsfólk lat lív á einum parkeningsplássi í Toscana. Uppskotið hjá Melandri verður væntandi viðgjørt á kvøldarfundinum hjá italska fótbóltssambandinum.


Ikki alt er keðiligt

Tað víðakenda italska felagið Juventus, ið flutti upp aftur í Serie A í hesum kappingarárinum, sikraðu sær annað plássið á stigatalvuni, sunnukvøldið, við einum 1-0-sigri móti Genoa, ið eisini eru uppflytarar. Sigursmálið gjørdi eingin annar enn Harra Juventus Alessandro Del Piero, eftir at 36 minuttir vóru spældir.

Við teimum trí stigunum fara Juventus framvið bæði Roma og Fiorentina í samlaðu støðuni, og hevur nú 17 stig. Trí stig færri enn Inter, ið er fremst eftir átta umfør.