Ítróttaháskúlin í Suðuroy farin í holt við forprojekti um ein skúlabygning

Arbeitt hevur verið í tvey ár við einum projekti um ein nýggjan skúla, og í februar fingu tey á Ítróttaháskúlanum gleðiligu boðini, at Nordea-fonden vildi lata 1.450.000 kr til forprojektið, og á fíggjarlógini 2025 lat landið 350.000 kr.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur verið undir einari spennandi menningarætlan, har millum annað ein nýggjur skúlabygningur hevur ein týðandi leiklut. Arbeitt hevur verið í tvey ár við einum projekti um ein nýggjan skúla, og í februar fingu tey á Ítróttaháskúlanum gleðiligu boðini, at Nordea-fonden vildi lata 1.450.000 kr til forprojektið, og á fíggjarlógini 2025 lat landið 350.000 kr.

 

Hetta skrivar Ítróttaháskúlin á heimasíðu síni, his.fo

 

Miriam Norðberg, sum er leiðari á ítróttaháskúlanum, fegnast um gongdina higartil.

 

-Hetta er eitt stórt stig, og nú mugu vit gera forprojektið gott, við vón um, at vit kunnu realisera endaliga projektið. At hava ein viðspælara sum Nordea-fonden, er ikki bert eitt herðakapp, men við teirra royndum og vitan fáa vit besta úrslit, sigur Miriam Norðberg.

 

Miriam nevnir eisini, at tað hevur kravt nógv av umsitingini og av starvsfólkunum, at fara undir eitt slíkt projekt.

 

-Hetta kann bert eydnast, um man hevur góð fólk rundan um seg. Nú eri eg í tí hepni støðu, at míni starvsfólk eru heilt fantastisk, sigur Miriam Norðberg.

 

Miriam nevnir eisini, at tað er umráðandi fyri hana, at øll vera hoyrd og at tankar og hugskot hjá starvsfólkunum vera ein partur av hesum projektinum.

 

-Tað eru jú tey, sum undirvísa og hava eitt serstakt innlit í gerandisdagin, og tískil ynski eg eisini eitt læraraumboð, sum skal virka sum ein av ráðgevunum hjá dómsnevndini, sigur Miriam Norðberg.

 

-Í august verður arkitektakappingin sett ígongd, og síðst í novembur velja vit, hvat projekt vit ynskja at arbeiða víðari við, og útvega fígging, sigur Miriam Norðberg.

 

Stýrið hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hevur eisini skipað seg av nýggjum.

 

Nevndin:

 

Erhard Joensen -formaður

 

Bjarni Johansen – næstformaður

 

Bárður G. Nielsen – Bygginevnd

 

Ole Wich – nevndarlimur

 

Bogi Mortensen – Kassameistari

 

-Nú fara vit inn í eina tilgongd, har skúlin skal lyftast frá einari pioneertilgongd, til eina fasta og trygga legu. Her er ein nýggjur og nútímans skúlabygningur ein fyriteyt, sigur Erhard Joensen, formaður.

 

Eisini hevur kommunan verið ein týðandi viðspælari, og hevur latið grundstykki til verkætlanina.

 

-Hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum Ítróttaháskúlin fer í gongd við, og hon kemur at hava nógv at siga fyri bygdina, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.

 

-Kommunan ynskir at vera ein virkin viðspælari í tilgongdini, og at stuðla undir menningina av einum nútímans skúla, sigur borgarstjórin.