Ítróttarveitsla fyri børn ið bera brek ella hava ser­lig­an tørv

Børn sum bera brek ella hava serligan tørv boðin til ítróttarveitslu í Høllini á Hálsi

Sunnudagin 15. mars verður skipað fyri einari ítróttarveitslu og “Kom og royn” degi í Høllini á Hálsi í Tórshavn fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv. Endamálið er at geva børnunum ein stuttligan og virknan dag við rørslu, spæli og felagsskapi.

 

Á degnum fáa børnini m.a. høvi at royna fótbólt, fimleik, judo, borðtennis, rennivenjing og boccia í tryggum og jaligum umhvørvi. Tey eru eisini vælkomin at taka ein vin, foreldur ella systkin við. Tiltakið er frá klokkan 14.00 til 16.00.

 

Øll luttakarar fáa eisini okkurt gott við sær heim, millum annað drekkidunk og frukt. Man teknar seg við at senda teldupost til harriet(at)parasport.fo.