Ítróttur fær ov lítið burtur úr Tórsfest

– Tórsfest í 2023 er uttan um Tórshavnar Ítróttarráð, sigur ráðið í tíðindaskrivi

Í fyrst í vikuni var kunnað um, at Tórfest aftur verður á Havnargøtum í 2023, har bæði føroysk og útlendsk tónleikanøvn vera at hoyra. Tó hevur tónleikadagurin einki við Tórshavnar Ítróttarráð at gera.

 

Tórshavnar Ítróttarráð hevur í fleiri ár einsamalt skipað fyri tónleikatiltaki, sum fólk kenna sum ólavsøkukonsertina. Tey síðstu árini hevur Ítróttarráðið skipað fyri hesum í samstarv við Vox-Entertainment. Ítróttarráðið valdi tó at steðga við samstarvinum, tí fíggjarliga avlopið til ítróttarfeløgini varð ov lítið. Í summar, til Tórsfest 2023, verða tað somu fyriskiparar, sum standa fyri tónleikatiltakinum Voxbotn.