Ítrótturin og mentanin í Runavík fáa framúr góðar karmar, tá tann nýggja Støkk-høllin stendur liðug, og ítróttarhøllin við Løkin er umvæld.
Tá fær ítrótturin góðar karmar, umframt, at tiltøk, sum FaroExpo og fólkafundurin fáa góðar karmar av virka undir. Tað staðfestir mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu, Sølvi Reinert Hansen.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Sølva Reinert Hansen í sendingini hjá Rás2 seinnapartin, har ymisk mentanarmál vóru umrødd.