Ítrótturin setur dám á summarið

Føroyska fótbóltslandsliðið skal aftur í eldin í komandi viku og tá hugsað verður um úrslitið landsliðið fekk móti Spania í fjør, skuldu møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti verið til staðar

FØROYA fremsta umboð í altjóða ítrótti ? okkara fótbóltslandslið ? skal í komandi viku aftur í eldin. Dysturin móti Estlandi í Talinn verður fyrsti týðandi dystur hjá landsliðnum síðani frálíka góða avrikið niðri í Spania 11. oktober í fjør, og møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar.


FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð fyrr. Tað var í Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 á einum skerdum estlendskum liði. Men føroyska liðið var heldur ikki fullmannað tann dagin, og við forminum, sum okkara fótbóltsútisetar tykjast vera í í løtuni, skuldu fortreytirnar fyri einum líknandi úrsliti verið til staðar.


HETTA summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti. HM-kappingin í Fraklandi byrjar fyrsta dagin, og fleiri av føroysku liðunum sleppa heldur ikki í summarfrí. Eitt nú skulu bæði høvuðsstaðarliðini spæla altjóða dyst á ólavsøku, og tað verður helst fyrstu ferð, at besta liðið hjá hvørki HB ella B36 verður at síggja í Gundadali undir tjóðarhátíð okkara.


VIT á Sosialinum fara sum vant at gera okkara ítarsta til eftir førimuni at fylgja við fótbóltinum, sum er tann ítróttargreinin, sum hevur so nógv tann størsta áhugan millum manna. Men tað merkir tó ikki, at aðrar ítróttargreinar verða við sviðusoð. Kappróðurin, sum hóast alt fótbóltsprátið framvegis er okkara tjóðarítróttur, fær eisini sína umrøðu, og fyrsti FM-róðurin verður longu um eina viku á Norðoyastevnu í Klaksvík. Kappingin hjá 10-mannaførum, sum hevur størsta áhugan millum fólk, sær út til at gerast spennandi í ár, og Sosialurin fer eisini at fylgja við teimum eins og øllum hinum bátsmanningunum.


HÓAST Sosialurin sum oftast ger vart við seg sum »blaðið við tí føroyska ítróttinum«, ætla vit okkum eisini at fylgja við HM-kappingini, sum byrjar mikudagin 10. juni. Heimsmeistarakappingin í fótbólti er saman við olympisku leikunum heimsins størsta ítróttarkapping, og eisini í Føroyum fara fólk ivaleyst at sita nógv frammanfyri skíggjunum tann mánaðin, kappingin stendur á.


ANNARS vóna vit eisini, at lesararnir kunnu gera sítt til at gera ítróttin í Sosialinum so áhugaverdan sum gjørligt. Um tit vita okkurt spennandi ella áhugavert, gevið so okkum eitt prei, og eftir hvat tíð og pláss loyvir tí, kanna vit málið nærri.