Ensku steypavinnararnir, Manchester United eru í hesum døgum á venjingarlegu í Kina. Við í hópinum er 21 ára gamla enska stórtalentið, Luke Shaw, sum í september í fjør fekk ein álvarsaman skaða í útidystinum hjá Manchester United ímóti PSV Eindhoven í bólkaspælinum í Champions League. Farna vikuskiftið spældi Luke Shaw loksins ein dyst fyri Manchester United aftur, tá United í einum venjingardysti vann 2-0 á Wigan.
Á tíðindafundi í dag tosaði Luke Shaw um tað langu leiðina at koma fyri seg aftur aftaná skaðan fyri 10 mánaðum síðani. - Tað fyrsta eg hugsaði aftaná skaðin var veruleiki var, um eg nakrantíð fór at spæla fótbólt aftur, og hvussu leingi eg fór at verða uttanfyri við skaða. Eg hugsaði ikki so nógv um pínuna tá, men eg hugsaði sera nógv um hvussu drúgvur skaðin fór at verða, ella eg í heila tikið kundi spæla fótbólt aftur. Men nú fari eg ikki at hugsa aftur í tíðina. Nú fari eg at hyggja frameftir. Beinini hjá mær hava tað got, og nú ætli eg mær at stríðast alt hvat eg kann í tíðini vit venja áðrenn Premier League byrjar, og eg ætli mær at verða væl fyri.
Tað var eisini nakað serligt fyri Luke Shaw at spæla aftur farna leygardag: - Eg var ógvuliga kensluborin, tá eg spældi mín fyrsta dyst aftur leygardagin ímóti Wigan. Tað var ótrúligt, sum áskoðararnir stuðlaðu væl, og hvussu tey fegnaðust, tá eg nam bóltin fyrstu ferð. Tað hevði sera nógv at siga fyri meg. Familjan hjá mær var til dystin, og tað var ein góð kensla at spæla aftur, segði Luke Shaw á tíðindafundi í dag.
Nú fer Luke Shaw at stríðast fyri at gerast fastur á liðnum hjá Manchester United aftur, og hann fer eisini at stríðast fyri at blíva úttikin til enska landsliðið aftur.