Coca-Cola kappingin, menn
Bara tað, at triðjudeildarliðið hjá KÍF skuldi vera umboðað í hálvfinaluni í steypakappingini, er ivaleyst nakað, sum var fullkomuliga óhugsandi fyri tey flestu. Ikki minst eftir at liðið í fjórðingsfinaluni hitti eitt av oddaliðunum í føroysku landskappingini, Neistan.
Men tá Neistin upp á tað grovasta undirmetti mótstøðuna, tóku kollfirðingarnir av, og tí vóru tað teir, sum áttu tørn, tá fyrra hálvfinalan móti Kyndli stóð á skránni mikukvøldið.
Her steðgaði ævintýrið so eisini hjá KÍF, tí Kyndil lat ongan iva verið eftir, tá teir fóru á vøllin.
Uttan stórvegis roks settu teir seg frá fyrsta bríksli á dystin, og tann munurin, sum eigur at vera millum liðini, kom týðiliga til sjóndar. Eftir einum lítlum korterið var allur spenningur longu tikin úr dystinum, og tað setti so eisini spurnartekin við, hvørt skipanin við tveimum hálvfinalum er hin rætta.
Ein ella tveir
Tað er nevnliga so, at við bert einum dysti at avgera slíkar uppgerðir við, gerst sannlíkindið fyri teimum óvæntaðu úrslitunum munandi størri. Kanska merkir tað ikki altíð, at tað eru tey bæði sterkastu liðini í landinum, sum hittast í finaludystinum, men hinvegin merkir tað, at tað var liðið, sum var betri á leikdegnum, sum vinnur seg víðari. Júst hetta er eisini sjarman við steypakappingum, og eitt nú var KÍF neyvan í hálvfinaluni, um talan hevði verið um tvær fjórðingsfinalur.
Og so er tað eisini so, at hetta leggur eina óneyðuga byrðu á liðini, um eitt av veikaru liðunum vinnur seg langt í kappingini. Í øllum førum mundi neyvan nakar av kollfirðingunum havt nakað ímóti, um teir høvdu sloppið undan at leikt seinnu hálvfinaluna móti Kyndli. Ein dystur, sum má sigast at vera fullkomuliga uttan týdning, nú mununrin longu er somikið stórur.
Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF III 44-23 (21-8)
Málskjúttar:
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9(3), Finnur Hansson 8, Heini Bendtsen 5, Jacob Jónsson 3, Ken Zachariasen 3, Josef Abrahamsen 3, Janus Einar Sørensen 3, Rúni Mohr 2, Gunnar Wardum 2, Ák Poulsen 1
KÍF: Regin Petersen 7, Jákup Dam 6(1), Fríðrik T. Joensen 4, Sune Davidsen 2, Gert HAnsen 2, Jens Marni HAnsen 1, Jón Sigurd Gleðisheygg
Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 3
Útvísingar: KÍF 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.