Keldur í Tinganesi vilja vera við, at fundirnir væntandi verða 3. og 4. juni, men at ikki er greitt enn, hvørt samráðingarnar skulu fara fram í Havn ella í Keypmannahavn. Arbeitt varð við málinum at fáa samráðingar til Føroya.
Á middegi í gjár visti útvarpið at siga, at um fundurin skuldi verða í Føroyum, fór forsætisráðharrin ikki at verða hjástaddur, men at Landsstýrið ikki var hugað bara at samráðast við Mogens Lykketoft.
Í donsku fjølmiðlunum frættist mikudagin, at samráðingarnar skuldu vera mikudagin og hósdagin í komandi viku. Tað var m.a. upplýst á tekstávísini hjá Jyllandsposten.
Í forsætisráðnum vistu teir heldur ikki í gjár um samráðingarstað og tíð. Har vvarð sagt, at teir arbeiddu við málinum, og at fjølmiðlarnir fóru at frætta nærri, tá málið er greitt. Heldur ikki fekst at vita, um Nyrup Rasmussen, um samráðingarnar verða í Føroyum, fór at koma hendavegin at samráðast.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking í Tinganesi, áðrenn blaðið fór til prentingar.