At goyma seg aftanfyri Rúsdrekka & Narkotikaráðið, sær út til at rigga heilt væl, eisini tá hugsað verður um, hvør situr í hesi nevnd. Nevndin er jú mannað við limum, ið als ikki vilja hava at føroyingar njóta eitt glas av víni ella eina góða øl, hví kann ein slík nevnd ikki verða manna við vanligum fólkum ið hava eina vanliga áskoðan á rúsdrekka.
Vit føroyingar hava verið og verða hildnir í snóri sum um vit enn eru smábørn, tíðin er komin har vit ikki finna okkum í at verða trýstir í aftastu rekkju, tí at vit ikki duga ikki at njóta rúsdrekka, sjálvandi vil tað altíð verða fólk ið ikki duga sær hógv, tað hevði tað eisini verið um rúsdrekka var fullkomiliga bannað.
At Tórshavnar Býráð vann tað fyrsta stigið, at tað er kappingaravlagandi, at bert nakrar fáar matstovur hava skeinkiloyvi, er at frøast yvir.
Men at Ivan so manniliga hevur funnið sær nakrar sniðvegir, fyri at sleppa undan er bæði skomm og ófyrigeviligt. Best var um hesin maður helt seg á Vágoynni, og ikki oyðileggur matstovuvinnuna her í høvuðsstaðnum, men vónandi fær býráðið skólina undir hendan mann og vippar hann av eggini.
Sum rosinan í pylsuendanum, kann nevnast, at tað at okkara floghavn ikki fær loyvi til at selja tollfrítt, er so vánaligt, at ein skal leita leingi eftir líknandi landi, ið hevur hetta bannið.
So Ivan, sjálvt um tú ikki longur nýtir rúsdrekka, ber ikki til at revsa okkum onnur, ið hava ein vanligan tokka til rúsdrekka.
H.