Ivasamar støður í United-sigri

Manchester United vann tepurt ímóti West Ham, sum fekk ein mann útvístan tíðliga í dystinum.

Tað var ein hendingarríkur dystur við fleiri umstríddum støðum, tá ið Manchester United í kvøld var á vitjan á London Stadium hjá West Ham.


Einans eitt korter var farið av dystinum, tá ið Sofiane Feghouli hjá West Ham fekk reytt kort fyri eina takkling á Phil Jones. Ein avgerð, sum West Ham-fólkini vóru ógvuliga misnøgd við.


Hóast Manhcester United setti seg á dystin, so megnaði West Ham at halda tætt restina av fyrra hálvleiki, og hálvleiksstøðan var 0-0.


Gestirnir fingu hol á tá ið ein góður tími var spældur. Tað var innskifti Juan Mata, sum var á blettinum og legði Manchester United á odda 1-0 eftir upplegg frá Marcus Rashford.


Eitt lítið korter fyri leiklok var Zlatan Ibrahimovic á blettinum og staðfesti ein 2-0-sigur, men málið skuldi neyvan verið viðurkent, tí endurtøkurnar vístu, at hann var rangstaddur.


Manchester United er framvegis á 6. plássi í Premier League, men hevur nú fyribils otað seg nærri oddaliðunum. West Ham er nummar 13, sjey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.