Seinastu tvey árini hevur Regin Vágadal skipað fyri Kappingini, Atlantic Giant, har sterkir menn úr øllum heiminum koma til klettar okkara at royna brøgd av ymsum slag.
Talan er sum kunnugt um fleiri ymsar kappingar, har luttakararnir skulu lyfta steinar, syfta kaggar, ganga við tungum vektum o.s.fr. Stig verða givin fyri hvørja kapping sær, og at enda verður ein vinnari funnin.
Ivasamt
Seinasta ár stóð Regin seg sera væl, og flestu føroyingar mundu fylgja væl við, tá útvarpið segði frá, hvussu hann stóð seg í ymsu kappingunum, og nakrar mánaðar eftir, at kappingin var hildin, høvdu vit so eisini høvi til at síggja hetta í sjónvarpinum, við tað at SvF hevði tikið alla kappingina upp.
Júst SvF er stóri spurningurin, nú Regin er farin at hugsa um, hvørt hann skal skipa fyri atlantsrisanum enn eina ferð. Regin greiðir frá, at einasti møguleikin hann hevur, at skipa fyri slíkari kapping, er, um hann fær nóg mikið av stuðulskrónum í kassan, og her er Sjónvarpið ein týðandi partur.
Sum dømi nevnir hann, at teir íðkarar, sum hann dystast ímóti, fáa runt roknað 10 ferðir so nógvar stuðulskrónur, og tískil er sera torført hjá Regini at fáa tað fíggjarliga at hanga saman.
Eisini nevnir hann, at eingin almennur stuðul verður latin til slíkt tiltak, hóast hetta má metast at vera ein góð reklama fyri Føroyar.
Tá vit spyrja hann, um luttakararnir frá seinasti kapping eru áhugaðir í at koma aftur henda vegin, svarar hann, at tað er tann minsti trupulleikin. Fæst fíggingin upp á pláss, er púra vist, at kappingin verður hildin.
Sostatt situr Regin nú og bíðar eftir svari frá SvF, hvørt teir vilja vera við til eina slíka kapping aftur í ár. Trupulleikin er helst eisini, at fíggjarligu karmarnir hjá Sjónvarpinum eru sera treingir, og er tað tískil kanska ein spurningur, um teir hava orku til at fara undir eitt slíkt tiltak.
Hinvegin er ikki óhugsandi, at SvF við at selja sendingarnar til útlendskar sjónvarpsrásir, kann forvinna eitt sindur av peningi, og kundi Atlantic Giant sostatt verið eitt ískoyti, ístaðin fyri ein byrða, til dagliga raksturin hjá Sjónvarpinum.
Farin undir venjingina
Regin er annars júst byrjaður at venja aftur, eftir at hann fyri fyrstu ferð í fleiri ár hevur tikið sær frí í hálvan annan mánað.
Yrkið sum sterkur maður, er jú rættuliga strævið fyri likamið, men hóast hetta, so greiður Regin frá, at hetta er fyrsti veruligi steðgur hansara í fleiri ár.
Undanfarin ár hevur hann onkuntíð hildi frí í eina ella tvær vikur, men ongantíð so leingi sum hesu ferð, og sjálvur heldur hann eisini, at tað hevur verið gott at kunna tikist við alt møguligt annað seinastu tíðina.
Tá hann sigur, at hann hevur hildið frí, so meinar hann tað eisini, tí hóast hann fyri stuttum er fluttur inn í nýggj hús, so hevur hann ikki flutt somikið sum ein einasta stein í garðinum hesa seinastu tíðina. Ístaðin hevur hann nýtt tíðina til at takast við leiklutin sum familjupápi, og tað man nú heldur ikki vera so galið.
Nú er gerandisdagurin tó komin aftur, og at hann hevur nakað at miða fram ímóti er lítið at ivast í.
Nógv á skránni
Tað er nevnliga soleiðis, at Føroya sterkasti maður hevur rættuliga nógv á skránni komandi árið, hóast tað enn ikki er fastlagt, hvørjum kappingum hann fer at luttaka í hetta árið.
Fyrsta, sum stendur á skránni, er ein kapping í Finnlandi, sum verður í mars mánaði, og møguliga verður Regin at síggja millum luttakararnar í hesi kapping, men enn hevur hann so ikki avgjørt, um hetta verður veruleiki.
Sæð við føroyskum eygum, er mest spennandi kappingin helst tann, sum skal fara fram í Ungarn í mai mánaði.
Hetta er nevnliga ein sonevnd liðkapping, har luttakararnir eru saman tveir og tveir. Undanfarin ár hevur tað verið soleiðis, at Regin hevur umboðað heimlandið saman við onkrum útlendingi, men í ár er møguleiki fyri at føroya næst sterkasti maður, Sámal Johannes Hansen, verður saman við Regini í hesi kapping. Í hvussu er vil Regin ikki útiloka hesum, men hann leggur samstundis dent á, at enn er einki fastlagt hesum viðvíkjandi.
Aðrar kappingar, sum møguliga eru á skránni, eru m.a. ein kapping, sum verður í USA í juli, umframt at ein kapping skal vera í Kina í september mánaði. Annars eru ikki so nógvar kappingar lagdar í fasta legu enn, men frá Regini frætta vit, at hann fær upplýsingar um ymsar kappingar leypandi, og so má man bara taka tað, sum tað kemur.
Í august mánaði verður so kappingin um at gerast heimsins sterkasti maður á skránni, og hóast tað enn ikki er greitt, hvar henda kapping verður, so man Regin helst fara at teljast millum luttakararnar í hesi kapping.
Tað var annars júst í hesi kapping, at Regin fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá hann millum allar hinar risarnar púra óvæntað megnaði at vinna sær pláss í finalubólkinum.
Sum vera man, var hetta eitt avrik, sum flest allir føroyingar vóru erpnir av.
Framman undan hevði hann vunnið sær heitið sum Føroya Sterkasti maður, og eisini hevði hann staðið seg sera væl í eini kapping í Skotlandi, men at hann skuldi standa seg somikið væl á Mauritius kom óvart á tey flestu.
Avgjørt í næstum
Beint fyri evstamark í gjár tosaðu vit við Trónd Djurhuus, sjónvarpsstjóra, sum tá sat og fyrireikaði seg til fund við júst Regin Vágadal.
Sum vera man, so kundi hann ikki staðfesta, hvørt Sjónvarpið fór at gera sendingar um Atlantsrisan, við tað at hetta var tað, sum fundast skuldi um.
Tróndur segði tó, at í løtuni eru útlitini fyri hesum ikki av teimum bestu, við tað at fíggjarliga byrðan, sum Sjónvarpið hevur av tiltakinum er ov stór.
Flestum kunnugt, so hevur Sjónvarpið sera trong fíggjarlig kor, og tískil kann tað eisini vera heldur møtumikið at fara undir slíkt tiltak.
Sjónvarpsstjórin legði tó afturat, at hetta als ikki skal skiljast soleiðis, at Regin hevur verið órímuligur at samstarvast við, men at hann tvørtur ímóti hevur verið sera lagaligur at fingist við.
-Trupulleikin er bara tann, at Sjónvarpið ber ein ov stóran fjølmiðlakostnað í hesum sambandi, og at vit tískil ikki hava fíggjarligar umstøður til at stuðla tiltakinum undir somu fortreytum, sigur Tróndur Djurhuus.
Seinasta ár keypti sjónvarpsstøðin, Eurosport, sendingarnar frá Sjónvarpi Føroya, men sum skilst, so hevur hetta ikki verið nóg mikið til at rinda framleiðslukostnaðin av sendingini.
Vónandi kann ein loysn tó finnast á hesum spurningi, soleiðis at føroyingar eisini hetta árið kunnu síggja sterku menninar, um hesir fara at sýna styrki sína ymsastaðni í landinum.