Ivast í um Pro Vita kann veita óhefta ráðgeving

– Er tað rætt at lata almennan stuðul til hetta endamál, spyr felagsskapurin Frítt Val. Føroya Pro Vita sigur ja, tí tey meta seg væl kunna veita neutrala ráðgeving

Føroya Pro Vita hevur í fleiri ár fingið almennan stuðul, og í nýggjasta fíggjarlógaruppskoti sæst, at enn einaferð eru 200.000 krónur settar av til felagsskapin at veita ráðgeving til kvinnur um fosturtøku.

 

Hetta er undrunarvert, meinar felagsskapurin Frítt Val, sum kempar fyri at tryggja føroyskum kvinnum rættin til fría fosturtøku. Tey skilja ikki, hvussu man kann lata stuðul til ein felagsskap, sum umframt ráðgeving hevur til endamáls at arbeiða ímóti fosturtøku, siga tey í eini dagføring á Facebook.

 

Men tað er eingin vandi fyri, at Føroya Pro Vita fer at ráðgeva soleiðis, at kvinnur fara at kenna seg trýstar at velja fosturtøku frá. Tað vissar Gudny Rasmussen, samskipari hjá Føroya Pro Vita, fyri, sum harvið vísir kritikkinum hjá Fríum Vali aftur.

 

– Ongin er heilt neutralur, øll hava onkra meining um fosturtøku. Sjálvandi ynskja vit, at kvinnan letur vera við at fáa sær fosturtøku, men hesum ber ráðgevingin als ikki brá av. Vit stremba altíð eftir at vera neutral og trýsta ikki kvinnuna, siga tey úr Føroya Pro Vita við Sosialin.

 

Les longri samrøðu í nýggjasta Sosialinum, sum kemur út seinni í dag.