Suðringar vóru leingi á sigurskós, og vóru á odda 2-0 ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag. Seinastu løtuna eydnaðist tað tó heimaliðnum at bjarga sær eitt stig við einum 2-2 javnleiki.
Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl iðrar seg um, at tað ikki helt hjá Suðringum at halda leiðsluna, men hann viðgongur, at teir vóru kroystir ta seinastu løtuna, tá tað sambært honum ikki var nógv skil á spælinum hjá Suðringum.
Størsti tregin hjá Glenn Ståhl er tó, at Suðringar hava so skerda manning. Glenn Ståhl sigur seg ivast í um hann fær møtt B36 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á útivølli í Gundadali í Havn við 11 monnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Glenn Ståhl fyrr í kvøld.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER