Ivast í um fólk vilja brúka pengarnar

Ábendingar eru um, at føroyski búskapurin er við at venda og fer at hava vøkstur komandi árini. Men útlitini eru ivasom, tí óvist er, um fólk vilja brúka sínar pengar heldur enn at spara saman, og fiskiskapurin, íløguhugurin hjá fyritøkum og altjóði fíggjarmarknaðurin kunni eisini ávirka búskapin skeiva vegin

Føroyski búskapurin fer eftir øllum at døma at hava vøkstur komandi árini.

Tað heldur Landsbankin, sum hevur gjørt eina nýggja meting av føroyska búskapinum.

- Ábendingar eru um, at føroyski búskapurin er við at venda í 2010 frá niðurgongd til uppgongd, soleiðis at bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) í leypandi prísum í 2010 kann metast at vaksa uml. 3%, skrivar Landsbankin í frágreiðingini.

- Undir ávísum fortreytum er eisini útlit fyri búskaparvøkstri í 2011 og nøkur ár aftaná. Í 2011 verður vøksturin mettur at verða um 5% og árini aftaná væl minni enn tað.

Væntaði vøksturin í 2010 uppá 3% stavar m.a. frá hallinum hjá tí almenna og teim øktu útgjaldingunum frá Arbeiðsloysisskipanini, sum stimbra innlendska eftirspurningin.


Óvissan

Men hóast Landsbankin hevur hug at halla seg til, at útlitini eru positiv, eru nøkur ivamál, sum kunnu spilla spælið.

Eitt er, um fólk vilja brúka sínar pengar ella heldur vilja spara saman. Óvissa er eisini um, hvussu stórur íløguhugurin hjá fyritøkum verður, hvussu gongdin verður í orkuprísinum, hvussu botnfiskiskapurin fer at royna, og um altjóða fíggjarmarknaðurin fer at verða fyri bakkkasti orsaka av skuldartyngdum londum.

- Húsarhaldini brúka ein lutfalsliga lítlan part av inntøkuni til nýtslu og halda tí aftur uppá eftirspurningin, men kunnu væntast at økja nakað um nýtsluna aftur, heldur Landsbankin.

- Inntøkurnar í fiskivinnuni hava verið væl frægari higartil í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør og væntast at geva tað størsta ískoyti til vøksturin. Framleiðslan í alivinnuni er áleið á sama stigi sum í 2009, meðan prísirnir hava verið sera góðir.


Vøkstur í 2011

Í 2011 verður vøksturin í BTÚ mettur til 5%. Almenni geirin er væntaður at minka hallið, sum tó framvegis er stórt, og sum saman við útgjaldinum frá ALS stimbrar innlendskan eftirspurning. Húsarhaldini væntast at økja nakað um nýtsluna. Størsta ískoytið væntast frá fiskivinnuni og størri eftirspurningi frá fyritøkum, tí at tær ikki minka goymslurnar meira.

- Fleiri umstøður gera, at vøksturin mest sannlíkt verður lutfalsliga lágur næstu árini í føroyska búskapinum og í umheiminum. Í fleiri londum væntast húsarhaldsnýtslan framhaldandi at verða lág næstu árini, tí at húsarhaldini mugu spara upp fyri at minka eina ov stóra skuld. Føroysk húsarhald eru í miðal ikki í eini ringari skuldarstøðu, tí er ikki óhugsandi, at tey kunnu hækka nýtsluna nakað komandi árini.

- Í fleiri londum verður somuleiðis væntað, at fíggjargeirin verður varin at økja útlánini næstu árini – m.a. tí at skuldin enn er lutfalsliga stór í fíggjargeiranum. Í ávísan mun kann hetta eisini væntast at gera seg galdandi í Føroyum, heldur Landsbankin.

Ætlanir eru um at seta í verk spariætlanir í flestu londum í vesturheiminum fyri at fáa tamarhald á almenna hallinum og vaksandi almennu skuldini. Hetta fer mest sannlíkt at merkja minni búskaparvøkstur næstu árini enn undir vanligum umstøðum. Í metingunum um útlit fyri føroyska búskapin komandi árini er eisini væntað, at almennu hallini verða minkað burtur í einki eftir 5 árum.

- Við teimum fyrivarnum, sum eru nevnd her, verður mett, at búskapurin kann vaksa í miðal eini 3% um árið í leypandi prísum, um húsarhaldini økja nýtsluna sum part av inntøkuni yvir nøkur ár, og um vakstrarlíkindini fyri botnfisk loyva øktari veiðu, men at vøksturin fer at falla aftur, tá hesar báðar tillagingarnar eru lidnar, um ikki produktivitetsfremjandi atgerðir verða framdar, sigur Landsbankin.