Ivast í um skatturin lækkar á Tvøroyri

Borgarstjórin á Tvøroyri er ikki ovurnøgdur við gongdina

Tað er ivingarsamt um skatturin fer at lækka á Tvøroyri næsta ár. Tað var týðiligt á seinasta býráðsfundi á Tvøroyri, tá ið fíggjarætlanin fyri næsta ár, varð løgd fram.

Men tá ið borgarstjórin, Kristin Michelsen, legði fíggjarætlanina fram, staðfesti hann, at enn eru tølini púra óviðgjørd, tí tann nágreiniliga viðgerðin verður ikki fyrr ennn seinni, tá ið Taks kann geva teimum eina neyvari mynd av gongdini í ár.

 

Men nøkur tøl síggja í hvussu so er ikki gott út á Tvøroyri. Eitt nú vísti borgarstjórin á, at í august í ár vóru heili 25 børn færri á Tvøroyri enn tað vóru í august í 2017. Samstundis hevði kommunan væntað at fáa eina millión inn í partafelagsskatti í ár, men higartil er hann ikki komin upp á 100.000 krónur. Tó hevur hann vónir um, at teir seinastu mánaðirnar fara at roynast betur, tí hann at tað er ikki fyrr enn ímóti ársenda, at partafelagsskatturin kemur inn.

 

Í fjør tosaði býráðið um at lækka kommunuskattin, men tey lótu vera, tí tey hildu, at tað munar so lítið at lækka hann eitt sindur. Tí varð barnafrádrátturin heldur hækkaður, hann var 5.000 krónur fyri hvørt barnið, men hækkaði upp í 7.000 krónur í ár, og sostatt er hann í hægra endanum.

 

Skattaprosentið er 21, 9 prosent og borgarstjórin sigur tískil mælir fíggjarnevndin til at halda fast um sama skattaprosent næsta ár. Hann sigur, at fyri hvørt prosent, skatturin lækkar, kostar tað kommununi 2,7 milliónir í inntøku, og minkar inntøkan hjá kommununi, skal tað sparast aftur onkra aðrastaðni.