Ivi um brúgvaíløgu

Evropeiski íløgubankin EIB ivast í einari ætlan at byggja eina brúgv millum italska meginlandið og oynna Sisilia.

Italska stjórnin hevur samtykt at byggja eina brúgv yvir um Messina-sundið millum meginlandið og oynna Sisilia. Talan er um eina vega- og jarnbreytarbrúgv, og kostnaðurin er mettur til einar 40 milliardir krónur.
Sum er sigla ferjur um Messina-sundið. Tey, sum eru fyri fasta sambandinum, halda, at tey, sum skulu koyra um sundið, eiga at rinda bummpengar, og at verkætlanin á tann hátt verður sjálvfíggjandi. Italia hevur annars biðið evropeiska íløgubankan um fígging, men har ivast leiðslan í, at tað fasta sambandið loysir seg landsbúskaparliga.
- Vit tosa um ein part av Italia, har ein stórur partur av tí vanliga fólkinum bara hevur atgongd til reint vatn nakrar fáar tímar um dagin, sigur varastjórin í evropeiska íløgubankanum, Massimo Ponzellini.
Hann heldur, at ætla italsku myndugleikarnir kortini at nýta so nógvar pengar, er íløgan í brúgvasambandið um Messina-sundið ikki tað, sum eigur at koma í fyrstu røð. Ponzellini heldur, at nógvar aðrar uppgávur liggja á láni, og hann hevur tí mælt stjórnini í Rom til heldur at endurnýggja toksambandið millum meginlandið og Sisilia. Sum er verða tokvognarnir fluttir við serligum tokferjum.