ES-nevndin er ikki fegin um, at danska stjórnin hevur gjørt av at herða eftirlitið við markið. Nevndin sigur seg ivast í, at danska avgerðin kann fremjast innan fyri Schengen-reglurnar og ES-reglurnar.
Í dag hevur formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, tosað við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra í telefon um málið. Sum skilst var formaðurin ikki heilt nøgdur við frágreiðingina frá forsætisráðharranum, og hann fer tí at senda stjórnini eitt bræv við fleiri spurningum, sigur DR.
Pia Ahrenkilde Hansen, sum er talskvinna hjá ES-nevndini, sigur við danska kringvarpið, at ein fyribils løgfrøðifrágreiðing sáar iva um donsku ætlanina, sum sambært hesum er í stríð við evropeiska og altjóða lóggávu.
Pia Ahrenkilde Hansen sigur, at sambært frágreiðingini stríða donsku ætlaninar ímóti Schengen-samstarvinum og ES-reglunum um, at vørur kunnu flytast frítt um mark.
Tað var Danski Fólkaflokkurin, sum kom við kravinum um at herða eftirlitið við markið.