Ivi um ølheimildina

Í svarskrivi frá TAKS til fíggjarnevndina, verður ikki bert víst til, at um uppskotið hjá fíggjarmálaraðharranum um avgjald á sterkt øl ikki verður samtykt, so skal tað tollast sum veikt øl. Víst verður eisini til, at um nevnda uppskot ikki er samtykt áðrenn 1. apríl, so hevur sterka ølið heldur einki vørunummar, og kann tí ikki seljast í Føroyum.

TAKS sigur at enda í sínum svarskrivi til fíggjarnevndina:

»Tað er eisini ein spurningur, hvussu ein vøra uttan vørunummar skal skrásetast. TAKS hevur ilt við at síggja, at hetta kann gerast øðrvísi enn antin at skráseta vøruna skeivt ella skráseta vøruna undir einum fiktivum vørunummari, og kann hetta avgjørt ikki viðmælast«.

Tað verður tí ein spurningur um, hvat TAKS og Rúsdrekkasøla Landsins finna fram til, tí við síðuna av hesum oman fyri nevnda skal eisini havast í huga lógarásetingin um, at loyvt er at selja øl sterkari enn 5,8% alkoholvolumen frá 1. apríl 2012.