USA stúrir fyri ísraelsku avgerðini at handtaka fleiri leiðandi limir í Hamas. Ísraelsku myndugleikarnir hava handtikið 40 týðandi limir í palestinsku rørsluni Hamas. Millum teir handriknu eru ein ráðharri í palestinsku stjórnini, fleiri borgarstjórar og politikarar.
Men USA ivast í, at Ísrael ger tað rætta, sigur ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Washington.
Útlendskir eygleiðarar í Miðeystri ávara eisini Ísrael ímóti tiltøkunum. Teir siga, at higartil bendir alt á, at ísraelsku tiltøkini hava styrkt Hamas.