Ivi verður sáddur um heilsuna hjá Charles kongi

Fleiri hava bitið merki í, at hendurnar á konginum at síggja til eru reyðar og turrar

Fleiri hava lagt til merkis, at hendurnar á konginum síggja bæði reyðar og turrar út.

Í dag varð gjørt burtur úr, at 75 ára gamli, Charles, kongur, aftur var til arbeiðis, eftir at Buckingham Palace um nýggjársleitið váttaði, at kongurin hevði fingið staðfest krabbamein.

 

Tað er ikki alment kent, hvat slag av krabbameini, talan er um - annað enn, at sagt hevur verið, at hetta ikki er prostatakrabbi.

 

Heilsan hjá bretska konginum hevur verið til umrøðu - eina mest tí, at slottið ikki hevur viljað sagt, hvat tað er, sum bagir konginum.

 

Hóast Charles ikki hevur verið alment til arbeiðis aftur fyrr enn í dag, hevur hann verið avmyndaður í onkrum føri síðan sjúkugreiningina.

 

- Her hava fleiri bitið merki í, at hendurnar á konginum at síggja til hava verið reyðar og turrar, veit amerikanska netsíðan, The Daily Beast, at siga.

 

Charles var til páskagudstænastu í St. George's Chapel í London, og hetta var fyrstu ferð, hann vísti seg alment, eftir at hann hevði fingið staðfest krabbamein.

 

- Ongar almennar útsagnir eru komnar um heilsuna hjá konginum, síðan hann fór í viðgerð fyri krabbamein, veit amerikanska netsíðan at siga.

 

 

 

 

 

Fleiri hava lagt til merkis, at hendurnar á konginum síggja bæði reyðar og turrar út.