- Ivist í um stevningin endar í rættinum

- Eg ivist í, um stevningin nakrantíð endar í rættinum, sigur Jan Lamhauge, tíðindamaður.

- Eg ivist stórliga í, at stevningin frá Jørgen Niclasen endar í rættinum. Men sjálvt um tað ger, so dugi eg als ikki at síggja, at vit kunnu blíva dømd fyri nakað, sigur Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum.

 

 

 

Í kjalarvørrinum av sokallaða tollmálinum hevur Jørgen Niclasen valt at stevna Jan Lamhauge, Dia Midjord og Liljan Weihe úr Kringvarpinum, og Sveinur Tróndarson frá portal.fo.

 

 

Men Jan Lamhauge ivast stórliga í, um Jørgen Niclasen nakrantíð ger álvara av málinum, og um hann ger, so er Jan sannførdur um, at tey stevndu ikki kunnu dømast fyri nakað.

 

Jan Lamhauge verður gestur í seinnapartssendingini á Rás2, sum er frá klokkan 13.00 til 16.00 í dag.

 

Vertir eru Barbara Holm og Rannvá Gaard Fossaberg.