Jóan Jakku 70 ár

Jóan Jakku Guttesen rundar 70 ár í dag.

Hann hevur ríkað føroyskt tónleikalív. Og ikki minst føroyska sangskattin. Og lagt afturat rúgvuni av sangum, sum føroyingar syngja, tá fólk savnast. Og hann eigur sín stóra lut í, at vit hava tað, ið kallast vága-sound.

 

 

Hann kom av álvara fram í áttatiárunum, sum limur í bólkinum úr Sørvági, ið nevnist Tinganest.  Seinni hevur hann roynt seg á egnum beinum, saman við eittnú Sámal Ravnsfjall. Saman kalla teir seg Vágaverk. Eisini saman við eittnú Holgar Jacobsen og Ronnie Nielsen er hann framvegis virkin, og ikki minst saman við Tinganest.

 

 

Hann er ikki á facebook, men hóast hetta, so ger Sámal Ravnsfjall í kvøld vart við á facebook, at Jóan Jakku fyllir 70 ár.

 

 

- Tá nú ein kendur sørvingur, sum ikki er á Facebook, fyllir 70 í dag ,fari eg at heilsa og takka fyri allar teir góðu sangirnar, hann hevur latið okkum, skrivar Sámal Ravnsfjall á sínum facebook vanga, og leggur so út lagið Ró Nú Snopprikkur, ið var á fløguni hjá Jóan Jakku, ið nevndist Jakkin.

 

 

Á Myndini síggjast Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall.