Jóan Karl Høgnesen, fyrrverandi yvirmaður á Triton: Eg var bangin fyri tí

Tað eri ikki eg, sum spilli føroyska fiskiveiðieftirlitið út í donskum bløðum, sigur fyrrverandi leiðarin á Vaktar og Bjragingartænastuni

-Hatta havi eg púra onki við at gera.

Jóan Karl Høgnesen, yvirmaður í donsku marinuni avsannar uppá tað allar harðasta, at tað er hann, sum lekir niðurgerðandi søgur um føroyska fiskiveiðieftirliti fyri donskum bløðum.

Jóan Karl Høgnesen hevur verið yvirmaður á danska verjuskipinum Triton.

Men áðrenn tað var hann leiðari á føroysku Vaktar og Bjargingartænastuni. Men gølan um Nólsoyar Páll kostaði honum starvið, og tað er almenna fatanin, at fiskimálaráðharrin, John Petersen og Jóan Karl Høgnesen ikki hava sitið serliga væl um sátt síðani.

Og tá ið danska blaðið Jyllandsposten nú um dagarnar kundi endurgeva ein dulnevndan yvirmann á Triton fyri at siga, hvussu lítið skil er á føroyska fiskiveiðieftirlitinum, vóru tað nógv sum beinanvegin hildu: Hatta kann bara vera ein hevndaratsókn frá Jóan Karl Høgensen ímóti landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, fyri líkasum at siga takk fyri síðst.

Tað vardi heldur ikki leingi, fyrrenn tað gekk sum rótasúpan um alt landið, at dulnevndi yvirmaðurin á Triton var ongin annar enn Jóan Karl Høgnesen.

Ónevndi yvirmaðurin á Triton fortaldi m.a. fyri Jyllandspostinum, hvussu væl ?fætter og kusine politikken? trívist í føroyum og at tað hendi ongantíð, at føroysk skip vórðu tikin fyri at fiska ólógliga.

Vórðu skip tikin, fyri at fiska ólógliga, eydnaðist tað teimum altíð at fáa munnligt loyvi til royndarfiskiskap frá føroysku myndugleikunum. Skrivligt loyvi høvdu tey ongantíð umborð, segði yvirmaðurin fyri danska blaðnum.


Eg var bangin fyri tí

Vit fingu fatur á Jóan Karl Høgnesen á miðdegi í gjár og vit spurdu hann beinleiðis, um tað er hann, sum er keldan hjá danska blaðnum.

- Nei, svarar hann púra avgjørdur.Eg kenni onki til hatta og havi onki við hatta at gera.

Hann sigur, at hann ikki siglir við Triton meiri

Tað eru fimm mánaðir síðani at eg fór av Triton og at nú sigli eg við Hvidbjørnen, sigur Joan Karl.

Hann sigur, at fyrstu ferð hann hoyrdi um søgurnar, sum ganga um føroyska fiskiveiðiueftirlitið var í útvarpinum í fyrradagin á veg til Føroyar við Hvidbjørnen.

-Satt at siga var eg bangin fyri, at eg fór at verða lagdur undir at verða eldan til tíðindini, tí tað hava fyrr gingið leysasøgur um meg.

- Men tað kann eg so bara avsanna uppá tað allar harðasta.Eg havi onki við málið at gera, og sum sagt, havi eg ikki verið við Triton í fimm mánaðir.

Men dulnevndi yvirmaðurin sigur eisini, at allir yvirmenninir á Triton, vistu, hvussu tilvildarligt føroyska fiskiveiðieftirlitið er?

-Tað havi eg onga viðmerking til. Tað má standa fyri hansara egnu rokning, sum hevur sagt tað fyri Jyllandspostinum.

Jóan Karl Høgnesen legur afturat, at hann hevur ongar viðmerkingar um málið, hvørki sum yvirmaður í marinuni, ella sum privatmaður.

- Eg vil ikki blandast uppí hatta, tí eg havi onki við tað at gera, sigur hann

Tí vil hann heldur ikki siga nakað um, antin hann er samdur við atfinningunum, ella ikki.

- Vit arbeiða saman við føroyska fiskiveiðieftirlitinum og tosa javnan við teir, um ymisk mál, sigur Jóan karl Høgnesen.