Jóan Karl vet ov stuttur

20 ára gamli Jóan Karl Joensen rann í kvøld eina góða tíð áljóðandi 2 minuttir og 1,9 sekund.

Upprunaliga varð gjørt pláss til 16 mans í hálvfinaluni, men eftir at broytingar í skipanini eru komnar fyri, er pláss nú bert fyri einari hálvfinalu, og harvið bert 8 plássum. Jóan Karl hevði níggjundbestu tíðina í teimum trimum innleiðandi umførunum, og var tískil óheppin við at vera eitt pláss frá hálvfinaluni.