Ein føroyingur hevur verið í leiki í donsku Superliguni í kvøld. Talan er um landsliðsframherjan, Jóan Símun Edmundsson, ið spælir við OB. Ongin ivi man vera um, at Jóan Símun byrjar inni í álopinum, tá ið Føroyar spæla ímóti Lettlandi og Portugal í komandi HM-undankappingardystunum, men hjá OB spælir toftamaðurin vanliga sum høgri vongur, og soleiðis var eisini í kvøld.
OB vann heimadystin ímóti AGF 2-1, og í báðum førum var tað Jóan Símun Edmunsson, sum legði upp til málini hjá OB.
OB legði seg á odda stutt áðrenn hálvleikssteðgin, tá ið Jóan Símun sendi horna innfyri, ið stóri miðverjin, Frederik Tingager, skallaði í netið. OB kom eisini fram um 2-0, tá ið Jóan Símun Edmundsson spældi til Rasmus Jönsson, sum frá brotsteigarmarkinum skeyt eitt sera vakurt mál. AGF minkaði um munin seinni, og tískil gjørdist endaliga úrslitið 2-1 til OB.
Talan var um ein týdningarmiklan sigur fyri OB, tí at áðrenn kvøldsins dyst hevði OB tapt heili seks dystir á rað. Sigurin í kvøld merkir, at OB fer í landsliðssteðg sum nummar 12 við 10 stigum. Tó er vandi fyri, at OB fer niður um niðurflytingarstrikuna aftur, um Silkeborg fær stig í sínum dysti ímóti FC Nordsjælland. Hesin dysturin verður spældur beint nú.
So er bara eftir at vóna, at Jóan Símun Edmundsson eisini kann antin leggja upp ella skora mál í okkara komandi HM-undankappingardystum.