Tað gongur strúkandi hjá Jóan Símuni Edmundsson í Arminia Bielefeld. Hann er í dag kosin sum besti spælarin hjá Arminia Bielefeld í august, meðan kenda týska blaðið “Kicker” hevur hann á vikuliðnum fyri 2. Bundesliguna.
Les eisini: Jóan Símun stóran lut í málríkum sigri
Jóan Símun Edmundsson hevur skorað tvey mál, og lagt upp til trý onnur í 2. Bundesliguni higartil. Tað hevur gjørt, at týska felagið hevur valt hann sum besta spælaran hendan mánaðin. Tað er av sonnum talan um ein góðan byrjan hjá toftamanninum í Bielefeld.
Avrikið hjá honum í 5-3 sigrinum á Jahn Regensburg hevur gjørt, at hann er valdur liðið hesa vikuna hjá Kicker. Jóan Símun Edmundsson legði upp til tvey mál í dystinum.
Arminia Bielefeld var aftanfyri 1-0, og tríggjar ferðir stóð á jøvnum, áðrenn liðið við toftamanninum skoraði avgerandi málini. Málini komu ikki fyrr enn í evstu løtu. Jóan Sìmun Edmundsson legði upp til avgerandi 4-3 málið, sum kom í 88. minutti. Hartil legði hann eisini upp til 1-1 málið, tá bara átta minuttir vóru spælir.
Seinast tapti Arminia Bielefeld fyri týska stórafelagnum, Hamburg. Við sigrinum á Jahn Regensburg hevur Arminia Bielefeld 7 stig fyri fýra dystir.