Jóan Símun Edmundsson: Eg helt at tokið var farið

Arminia Bielefeld vann í gjár 1-0 á Darmstadt og hevur vunnið 2. Bundesliguna

Í vikuni tryggjaði Arminia Bielefeld sær uppflyting til Bundesliguna, sum er fremsta deildin í Týsklandi. Í gjár vann Arminia Bielefeld 1-0 á SV Darmstadt 98 og hevur harvið tryggjað sær fyrsta plássið.

Jóan Símun Edmundsson hevur sáttmála við Arminia Bielefeld fyri komandi kappingarár, og tí er líkt til at vit á fyrsta sinni fáa ein føroyskan spælara í bestu deildina í Týsklandi.

- Eg hevði ikki væntað, at eg fór at fáa møgueikan at spæla í einum av teimum stóru deildunum. Eg helt at tað tokið var farið. Nú sær út til at eg fái ein kjans til tað, og tað eri eg fegin um, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Toftamaðurin byrjaði við at skifta frá barndómsfelagnum B68 til Newcastle í Onglandi. Lopið var kanska nakað stórt og síðani spældi hann við fleiri feløgum og endaði á Argjum í AB. Síðani skifti hann til HB, Vejle og OB, áðrenn hann bleiv seldur til Arminia Bielefeld í næstbestu deildini í Týsklandi.

Eftir eitt farmúr kappingarár hevur Arminia Bielefeld vunnið sær uppflyting frammanfyri stórum feløgum sum Hamburg SV og VfB Stuttgart. 

Sat og hugdi eftir føroyskum fótbólti

Endaliga staðfestingin kom týskvøldið, tá Hamburg SV spældi javnleik. Dagin fyri hevði Arminia Bielefeld vunnið 4-0 á Dynamo Dresden og næstan tryggja sær uppflytingina. Sjálvur sat Jóan Símun og hugdi eftir dystinum millum B36 og NSÍ, tá verturin á FM1, Heri Simonsen, ringdi til hansara fyri at fortelja honum, at nú var uppflytingin endaliga tryggjað.

- Eg sat heima og hugdi eg B36 og NSÍ, tá eg síggi at tú skrivar og ringir til mín. Eg hevði ikki fylgt so væl við í dystinum hjá Hamburg, og at hann var endaður við javnleiki. Tað alt eitt sindur fjart beint nú, men tað skal nokk koma tá vit standa á einum Bundesliga-leikvølli komandi kappingarár. Tá gongur tað nokk upp fyri mær hvussu kempistórt tað er, segði Jóan Símun Edmundsson við FM1 týskvøldið, og legði afturat:

- Vit fingu longu kvøldið fyri eina ábending um hvønn veg tað bar, tá vit vunnu okkara dyst. Tá vóru níggju stig niður til Stuttgart, og vit hava nógv betri málúrtøku enn teir. Tí fylgdi eg ikki so væl við dystinum hjá Hamburg, sum endaliga staðfestir at vit flyta upp. Vit vinna dystin móti Dynamo Dresden heilt suverent. Vit koma á odda 1-0 og vit vita at vit koma at vinna dystin. Tað var heilt fantastiskt, segði Jóan Símun Edmundsson.

Føroyski landsliðsspælarin hevur sitið uttanfyri síðani koronasteðgin.

- Tað er sjálvandi einki stuttligt at vera skaddur, men eg føli at eg eigi mín stóra part í uppflytingini. Nú snýr tað seg um hjá mær at blíva klárur aftur, men vónandi fái eg nakrar minuttir í komandi kappingarári. Tey signalini eg havi fingið er, at hópurin verður stórtsæð tann sami til komandi kappingarár, og eg føli at venjarin stólar upp á meg, so eg vænti at spæla eisini í Bundesliguni, sigur Jóan Símun Edmundsson at enda.