Jóan Símun Edmundsson og Bielefeld eru í Bundesliguni

Hamburger SV megnaði ikki at vinna á Osnabrück, og kann tí ikki longur røkka Arminia Bielefeld á stigatalvuni

So er dreymurin hjá øllum fótbóltshugaðum føroyingum veruleiki: Ein føroyingur í týsku bundesliguni.

Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Arminia Bielefeld verður í minsta lagi nummar tvey í aðru bundesligu. Tað er greitt í kvøld aftaná Hamburger SV bert megnaði javnleik 1-1 móti Osnabrück.

Úrslitið merkir, at Hamburger SV er sjey stig aftanfyri liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Arminia Bielefeld. 

Arminia Bielefeld hevur 61 stig fyri 31 dystir,  og Hamburger SV hevur 54 stig fyri 32 dystir. Hamburger SV kann í mesta lagi fáa 60 stig.

Stuttgart á triðja plássi hevur 52 stig fyri 31 dystir, og kann í mesta lagi fáa 61 stig, ið er sama stigatal sum Arminia Bielefeld hevur í løtuni.

Tvey tey ovastu liðini í 2. bundesligu flyta beinleiðis upp í Bundesliguna. Nummar trý spælir upp- og niðurflytingardyst móti triðaftasta liðnum í Bundesliguni. 

In.fo og FM1 ynska Jóan Símun Edmundssyni og liðfeløgunum í Arminia Bielefeld hjartaliga tillukku við uppflytingini. 

Jóan Símun Edmundsson er í løtuni uttanfyri við skaða, men spældi ein stóran leiklut hjá Arminia Bielefeld fyrr í hesum kappingarárinum.