Jóan Símun og Newcastle í Premier League

Tá spælararnir hjá Newcastle komu á vøllin á St James? Park í dag, var tað longu greitt, at teir komandi ár skulu spæla í Premier League. Tað bleiv greitt, tá tað ikki eydnaðist Nottingham Forest at vinna sín dyst. Peter Løvenkrands og Kevin Nolan skoraðu málini fyri Newcastle í gjár.

 

- Í løtuni hugsi eg ikki um komandi kappingarár. Vit hava fimm dystir eftir í ár og okkara mál er at vinna deildina. Vit hava verið á odda í deildini næstan alt kappingarárið, tí hevði tað verið harmuligt, um vit ikki vunnu deildina, sigur venjarin hjá Newcastle, Chris Hughton.

 

Jóan Símun Edmundsson hevur spælt við bæði U18 og eykaliðnum hjá Newcastle, síðani hann skifti til felagið í feburar.