Bæði Arminia Bielefeld og Vejle BK hava keypt spælarar, sum eru í kapping við Jóan Símun Edmundsson og Viljorm Davidsen.
Arminia Bielefeld hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur leigað hollendska Michel Vlap frá Anderlecht. Hann er framrættaður miðvallari. Jóan Símun Edmundsson hevur ikki verið at sæð í hópinum hjá Arminia Bielefeld seinastu tíðina. Ein frágreiðing er, at venjarin hevur skift spælskipan frá 4-3-3 til 4-4-2, og at tað ikki er pláss fyri føroyska landsliðsspælaranum í nýggju spælskipanini.
Venjarin hevur eisini sagt millum linjurnar, at toftamaðurin ikki hevur megnað at venja við fullari ferð í øllum venjingunum, og tí er hann ikki við. Hetta kann hava samband við knæskaðan, sum hevur víst seg at verið ein meinbogi.
Vejle BK hevur leigað ein spælara, sum er í kapping við føroyskan landsliðsspælara. Vejle BK hevur leigað 32 ára gamla vinstra bakkin hjá FCK, Pierre Bengtsson. Viljormur Davidsen hevur havt trupult við at fáa spælitíð, men hevur verið nógv á vøllinum í venjingardystunum. Nú fær hann harða kapping frá svenska landsliðsspælaranum.