Jóan Símun skal møguliga spæla í masku

Feløgini í Týsklandi eru til reiðar at byrja aftur, men tað verður við fleiri treytum

Leygardagin 9. mai fer fótbólturin á rull í aftur í Føroyum. Í Týsklandi eru feløgini í 1. og 2. Bundesliguni til reiðar at fara í gongd 9. mai, men bíða eftir mynduleikinum. Fyribils skjøl hjá mynduleikum, sum Spiegel Sports hevur fingið innlit í, boða frá fleiri treytum, um dystir skulu spælast í næstum.

Her verður mælt til at spæla við masku og at dysturin verður steðgaður, um maskan dettur av ella ikki situr sum hon skal hjá einum spælara. Eisini verður mælt til stuttar steðgir fyri hvørt korter, so spælarar kunnu skifta masku. Hartil skulu spælararnir ikki nema við maskuna.

Tilmælið frá mynduleikinum, sum verður mett at vera ein skitsa í fyrstu viðgerð, stendur eisini at spælarar ikki skulu nema við hvønn annan óneyðugt. Eitt nú tá mál er skorað, áðrenn og aftaná dyst, og annars á vøllinum.

Tað einasta, sum er alment meldað út higartil, er at feløgini ynskja at fótbólturin rullar aftur 9. mai, og tað verður uttan áskoðarar. Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld, sum liggja á odda í 2. Bundesliguni, sleppa kanska aftur á vøllin skjótt, men tað verður helst við nógvum treytum.