Jóan Símun Edmundsson skoraði trý mál, tá eykaliðið hjá Viking í dag vann heili 5-1 á Brodd. Jóan Símun skal í næstum spæla við føroyska U-21 landsliðnum.
Sunnudagin byrjaði Jóan Símun inni á besta liðnum og í kvøld skoraði hann hattrick á eykaliðnum. Heimasíðan hjá Brodd skrivaði í upptaktini, at talan var um stjørnuspekka eykalið hjá Viking, tí fyrrverandi Newcastle leikarin, Jóan Símun Edmundsson, var við.
Akkurát hvussu stór stjørna Jóan Símun er skal verða ósagt, men toftamaðurin gjørdi bart. Longu aftaná seks minuttir legði hann Viking á odda við nevum lobbara úr høgru í brotsteigin.
Í seinna hálvleiki økti føroyski landsliðsleikarin til 3-1 og 4-1 við at seta returar frá málmannunum í mál.
Jóan Símun sigur við heimasíðuna hjá Viking, at hann fegnast um avrikið og vónar at koma seg veruliga til seinnu hálvu.
Undir greinini er eitt sjónbandabrot frá dystinum. Jóan Símun spælir í reyðum og hevur nummar 10 á rygginum.