Eftir eina trupla byrjan í OB sær tað nú betri út hjá Jóan Símuni Edmundssyni, sum síðsta umfar skeyt tvey mál í 2-2-javnleikinum ímóti AaB, og sum í dag aftur var við heima ímóti Viborg.
Jóan Símun byrjaði aftur hesaferð á høgra vongi. Dysturin endaði málleysur, og føroyski landsliðsleikarin bleiv - hóast tríggjar OB-útskiftingar - ikki útskiftur.
Hetta var fjórði javnleikurin hjá OB í fýra teimum fyrstu dystunum, og tað var týðiligt eftir dystin, at tey í Odense ikki vóru nøgd við at bara fáa javnt í dag.
OB kundi tó eins væl tapt dystin, tí í seinna hálvleiki fekk Viborg tillutað brotsspark. Heppið fyri OB, so bjargaði norski málverji teirra, Sten Grytebust.