Føroyski landsliðsleikarin hevur ikki megnað at vunnið sær fast pláss á liðnum hjá Viking Stavanger, og nú er felagið sinnað at leiga hann út. Talan verður helst um lið í næstbestu deildini í Noreg.
Jóan Símun spældi annars við besta liðnum hjá Viking í einum venjingardysti í gjár. Hann spældi eisini fullan dyst á næstbesta liðnum fyrradagin, eftir at verið komin til Stavanger aftur eftir ein styttri steðg í Føroyum eftir landsdystin móti Íslandi.
Sum skilts, so er talan ikki um at Viking ikki trýr upp á Jóan Símun, men at hann skal menna seg meiri áðrenn hann er klárur til bestu deildina í Noreg. Jóan Símun hevur sjálvur lagt fram ynski um at sleppa til annað felag, at royna seg restina av kappingarárinum.
Norska TV2 skrivaði fyri kortum, at Bristol Rovers vóru áhugaðir í at knýta Jóan Símun at hópinum.
Jóan Símun Edmundsson hevur verið fastur maður á landsliðnum, sum skal í eldin tríggjar ferðir afturat í seinnu hálvu. Fyrst er tað uppgávan í Hannover móti Týsklandi. Seinni í ár koma so bæði Írland og Svøríki hendan vegin.
Skal Jóan Símun halda fast um plássið hjá sær, so er eisini týdningarmikið at hann fær nakrar dystir í beinini.