Jóan Símun var bara 80%

Jóan Símun Edmundsson fekk eina dreymabyrjan upp á uppihaldið í týska Arminia Bielefeld, tá ið hann við einum máli í gjár syrgdi fyri, at nýggja lið hansara fekk eitt stig í ársins fyrsta dysti í 2. Bundesliga umvegis 1-1-javnleik ímóti FC Heidenheim.


Video: Søguliga málið hjá Jóan Símuni


Føroyski landsliðsframherjin, sum fyrr í ár skifti til týska felagið úr danska OB, hevur verið darvaður av einum skaða seinastu tíðina, og tí fegnast Bielefeld-venjarin um, at føroyingurin hóast alt bleiv klárur og gjørdi mun.


- Eg eri serliga glaður vegna Eddi (sum teir kalla Jóan Símun í hópinum, red). Hann var bara 80% av tí at hann ikki hevur klárað at vant í eina tíð. Hetta prógvaði, at vit fara at fáa gleði av honum, sigur venjarin, Jeff Saibene, við heimasíðuna hjá felagnum.


Í dagsins Sosiali er samrøða við Jóan Símun Edmundsson um fyrsta mál hansara í Arminia Bielefeld. Næsti dystur hjá Jóan Símuni og liðfeløgunum verður leygardagin á heimavølli ímóti Dynamo Dresden.