Jóan Símun verður ikki við – Gunnar ivasamur

Landsliðsúttøkan: Knæið argar toftamannin, meðan Gunnar hevur brotið hondina

Týsdagin verður aftur landsliðsúttøka. Hesaferð skal føroyska landsliðið spæla móti Spania og Norra. Spaniólar koma á Tórsvøll fríggjadagin 7. juni, og bara tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. juni, eru Føroyar vertir fyri norðmonnum. 

In.fo kann í kvøld staðfesta, at Jóan Símun Edmundsson ikki verður við á landsliðnum hesaferð. Hann hevur framvegis trupulleikar í knænum, og fer at brúka komandi tíðina at blíva fult klárur aftur. Hann hevur í seinastuni spælt við Arminia Bielefeld, men tað er við nógvari pínu.

 ##med2##

Gunnar Nielsen breyt hondina fyri kortum í dysti fyri FH. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at nýggjur maður skal í hansara stað. Gunnar Nielsen sigur í stuttari viðmekring við In.fo, at hann skal til læknan mánadagin og tá verður endaliga avgjørt, um hann hevur nakrar møguleika at spæla hesa dystirnar.

Í undankappingini til EM 2020 eru Føroyar í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Rumenia, Malta og Norra. Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir, eru spaniólur fremst við seks stigum, sum teir hava vunnið á heimavølli móti Norra, og á útivølli móti Malta.

FM1 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni, sum verður týsdagin klokkan 10.