Føroyski landsliðsleikarin byrjaði inni, tá FC Fredericia um vikuskiftið vann oddabrakið móti Lyngby í 1.deild. Í kvøld er mótstøðuliðið eisini úr høvðusstaðnum, men hesa ferð er talan um danska risan FCK.
Venjarin hjá FC Fredericia, Thomas Thomasberg, vónar at liðið hjá honum megnar at skapa ein spennandi fótbóltsdyst móti FCK.
– Vit vóna sjálvandi, at dysturin verður spennandi har við vinna handan eina út av hundrað, sum vit kunnu ímóti einum so sterkum liðið, sigur Thomas Thomasberg við heimasíðuna hjá FC Fredericia.
Hóast uppgávan tykist møtumikil, so trýr Thomas Thomasberg upp á møguleikan.
– Nógv skal rigga hjá okkum um vit skulu hava ein møguleika, men eg vil undirstrika, at eg trúgvi upp á okkara møguleika, sigur Thomas Thomasberg.
Dysturin verður vístur beinleiðis á sjónvarpsrásini 3+. Dysturin byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð og 3+ byrjar at senda klokkan 17.35.