Jóan Símun Edmundsson og eykaliðið hjá Newcastle skulu í kvøld spæla toppdyst móti eykaliðnum hjá Manchester United. Vertirnir liggja fremst í deildini hjá eykaliðnum, trý stig frammanfyri Newcastle.
Í kvøld klokkan 19 verður bríkslað fyri fyrstu ferð í oddadystinum í Premier Reserve League North, har feløg sum Manchester United, Newcastle, Liverpool, Everton og Sunderland hava lið við. Í fjør tapti eitt ungt eykaliðið hjá Newcastle heili 5-1 í hesi uppgerðini, skrivar heimasíðan hjá Newcastle.
Dysturin verður á Moss Lane, sum er heimavøllurin hjá Altrincham.
Hópurin hjá Newcastle sær soleiðis út til dystin í dag:
Ole Soderberg, Jak Alnwick, James Tavernier, Patrick Nzuzi, Tamas Kadar, Remie Streete, Jeff Henderson, Mehdi Abeid, Steven Logan, Greg McDermott, Yven Moyo, Jóan Símun Edmundsson, Ryan McGorrigan, Adam Campbell, Dan Taylor og Ryan Donaldson.
(Mynd: www.nufc.co.uk)