Tað sigur stjórin í J & K Petersen, Steinolvur Petersen, við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo.
- Tað góða er, at vit hava nógv stór arbeiði í gongd í løtuni, sum í øllum førum vara alt hetta árið, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K.
Virksemið hjá J & K hevur ikki verið stórvegis rakt av Covid 19. Tilsamans 10 fólk hjá J&K hava verið 2-3 vikur í ALS-skipanini, m.a. tí tey máttu broyta vaktirnar. Nú er onki starvsfólk í skipanini.
Við industry.fo sigur stjórin í J & K, at tað var umráðandi at tryggja, at arbeiðini og framleiðslan ikki steðgaðu.
Á ymsu arbeiðsplássunum var lætt at tryggja frástøðuna, tí tey flestu arbeiða einsamøll í lastbilum, kranum og maskinum.
Byggivirksemið hjá J&K gongur sostatt rættiliga ótarnað, og nóg mikið er av arbeiði í ár. Men sambært stjóranum eru broytingar at hóma í vinnuni.
- Færri byggiuppgávur koma frá Landsverki og kommununum. Har er minkað. Eisini er okkurt tilboð til privata verkætlan steðgað orsakað av corona. Tað eru ikki útlit til nakra stóra verkætlan beint nú, men vit eru ikki í panikki. Vit vóna at kunna halda støðið, sigur Stein Olvur Petersen, sigur hann við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Stjórin í J&K sigur, at tey arbeiða við ymiskum ætlanum í høvuðsstaðum, sum tey vóna, at býráðið tekur undir við. Hann vil tó ikki koma nærri inn á hesar ætlanir.