J & K Petersen 25 ár

Byggifelagið J & K Petersen hevur nú havt 25 ár á baki í føroysku byggivinnuni, og hátíðarhald hevur verið í nýggju hølunum

Stefan í Skorini


30. apríl í 1975 varð fyrsti maðurin settur í starv í byggifelagnum J & K Petersen. Felagið varð stovnað á vári hetta árið.

Tað vóru brøðurnir John og Kristian Arnfinn Petersen, sum tóku seg saman um at seta felagið á stovn í Skopun.

Felagið er í ár flutt í nýggj høli á Sandvíkahjalla, og dagurin varð hátíðarhildin, samstundis sum tey nýggju hølini vórðu tikin í nýtslu.

Móttøka var 25. august, og eini 200 fólk løgdu leiðina framvið nýggju hølunum. Dagin eftir var veitsla fyri starvsfólkunum við maka.

Í nýggja bygninginum er skrivstova, verkstaður og betongsøla. Í fyritøkuni arbeiða í løtuni eini 40 fólk, men aðrar tíðir hava verið eini 50 fólk til arbeiðis. Tað veldst alt um, hvussu nógv fólk tey ymisku arbeiðini krevja, ella hvat slag av arbeiði talan er um. Í løtuni er einki byggiarbeiði, sum vanliga krevja flest fólk. Flest fólk eru um summarið.

J & K Petersen hevur arbeiði trý ár fram í tíðina beint nú. Eisini hevur felagið keypt helmingin í einum felagi í Grønlandi og hevur eitt sjálvstøðugt felag í Íslandi. Soleiðis kann felagið verða virkið, tá virksemið er lítið í Føroyum.

Ragnhild Petersen, vanliga nevnd Guggan, er stjóri í fyritøkuni og hevur verið tað síðan 1991.



Myndatekstur: Stjórin í J & K Petersen, Ragnhild Petersen (Guggan) frammanfyri nýggja bygninginum hjá byggifelagnum á Hjalla Mynd: Jens Kr. Vang