Í gjár var licitatión í samband við bygging av stórari bingjuhavn á Oyrareingjum.
Lægsta boðið hevði J & K Petersen Contractors, sum var upp á 53,7 miljónir krónur.
Articon og Phil bjóðaðu sær at gera arbeiðið fyri 54,6 miljónir krónur, og MT Højgaard segði seg í sínum tilboði vilja hava 58,6 miljónir krónur fyri arbeiðstøkuna.
Hetta var greitt við licitatiónina, sum var í gjár.