Eftir ósigurin á heimavølli ímóti ÍF í fyrsta umfari eftir summarsteðgin kom KÍ aftur á røttu kós í gjár, tá ið klaksvíkingar vunnu ein tryggan sigur áljóðandi 3-0 ímóti B68 á Svangaskarði.
Málið til 3-0 skoraði Jóannes Bjartalíð, sum hevur verið ein av heilt stóru profilunum hjá KÍ í hesum kappingarárinum. Bjartalíð hevur skoraði heili 15 mál í 18 landskappingardystum í Effodeildini í ár, men hann dugir eisini meir enn ,,bara" at skora mál.
Sí kykmyndina omanfyri, har spanski verjuleikarin hjá B68, Pedro, verður fullkomiliga settur av av 20 ára gamla KÍ-profilinum.
Jóhan Thomsen eigur upptøkuna.