Jóannes byggir oljupallar í fjareystri

Seinastu 15 árini hevur Jóannes Kjølbro úr Klaksvík arbeitt við at projektera og hava eftirlit við byggingini av oljupallum fyri nógvar milliardir krónur. Hann hevur starvast hjá Maersk Olie og Gass í Esbjerg, Qautar, Singapore og Suðurkorea, og nú eru so boð eftir honum á høvuðsdeildini í Keypmannahavn. Nærri Føroyum dregur heimlongsulin og ikki er ómøguligt, at arbeiðssami og skilagóði klaksvíkingurin ein dag verður við til at lyfta í eini føroyskari oljuvinnu

Hóast vit ikki geva okkum nógv fær um tað, so er tað ein veruleiki, at nógvir føroyingar í dag arbeiða í altjóða oljuvinnuni, ikki bert í Norðsjónum men eisini á meginlandinum, í Afrika, í miðeysturi og entá í fjareysturi. Ein av hesum mongum føroyingum er klaksvíkingurin Jóannes Kjølbro, sum síðani 1991 ella í meira enn 15 ár hevur arbeitt hjá danska oljufelagnum Maerk Olie og Gass.

Sosialurin hitti Jóannes, tá hann var í Føroyum í fjør. Nú Oljutingið í vikuni umrøddi spurningin: føroyingar, sum arbeiða í altjóða oljuvinnuni, er rætt at hyggja nærri at spennandi arbeiðinum hjá hesum eina av mongu føroyingunum, sum vinna sær til lívsins upphald í oljuvinnuni í fremmandum londum.

Jóannes er 48 ára gamal og er føddur og uppvaksin i Klaksvík. Las til student í Hoydølum og eftir tað gekk leiðin til Danmarkar, har hann seinni tók prógv sum sivilverkfrøðingur. Hann arbeiddi eitt skifti í Danmark saman við beiggjanum Jógvan Kjølbro í sambandi við trolaravirksemi har, men í 1991 fekk hann so fast starv hjá Maersk Olie og Gas í Esbjerg. Hetta skuldi gerast byrjanin til eitt sera spennandi lív við stórum avbjóðingum. Tey fyrstu 10 árini arbeiddi hann í Esbjerg. Síðani 2001 hevur Jóannes arbeitt hjá Maersk í Qatar, Singapore og í Suðurkorea í sambandi við projektering og bygging av nýggjum oljupallum umframt at fáa teir í drift. Ì altjóða oljuvinnu veit tú ongantíð, hvussu leingi tú skal vera á einum stað, tú flytur alt eftir, hvat virksemið er og brúk er fyri góðum fólki. Nú hevur Jóannes so fingið at vita, at frá 1. juni skal hann arbeiða á høvuðsdeildini í Keypmannhavn.

Projekterar og byggieftirlit
Jóannes hevur verið sera fegin um tíðina í miðeysturi og fjareysturi. Hetta hevur verið spennandi tíð við stórum avbjóðingum. Hvør hevur so uppgávan verið hjá hesum navnframa klaksvíkingi! Vit lata Jóannes sjálvan greiða frá:

-Í oljuvinnuni verður skilt millum teir, sum hava undirgrundina sum øki og sum bora brunnarnar, síðani teir, sum byggja pallarnar og fáa teir at koyra og so loksins teir, sum reka pallarnar í 20 til 25 ár. Mín uppgáva hevur verið at hava útboðstilfarið uppá eina rúgvu av pallum um hendi og havi so verið leiðari á byggiplássinum, har pallarnir verða gjørdir og havi havt byggieftirlitið um hendi. Pallarnir verða vanliga bygdir í Singapore ella í Suðurkorea og við í slíkum arbeiði eru so eini 50 fólk frá Maersk. Maersk Olie og Gas hevur gjørt stórar íløgur í oljuframleiðslu eitt nú í Qatar. Felagið hevur í seinastuni gjørt íløgur uppá 5 milliardir dollars ella 30 mia. kr. í eitt risastórt oljufund í Qatar, Al Shaheen við at lata byggja 15 framleiðslupallar. Talan er um grunt vatn so her eru tað øðrvísi pallar enn teir, sum verða brúktir um okkara leiðir greiðir hann frá.

Undan hesi seinastu uppgávuni var Jóannes við til at útvega og seta í drift 10 pallar hjá Maersk, sum vórðu bygdir í Korea. Nú ger hann so klárt til at venda aftur til Danmarkar saman við familjuni, konuni Selmu og dótturini Katrinu. Ætlanin var annars, at Jóannes skuldi vera ovastur fyri eftirlitinum við byggiarbeiðinum á eini skipasmiðju í Malaysia, men seinasta summar gjørdist konan við barn, og tey mettu ikki, at hetta fór at hóska saman við tí ofta strævna arbeiðinum á einum byggiplássi. Skjótt venda tey so aftur til Danmarkar. Selma skal eiga fyrsta dagin í Qatar á sama sjúkrahúsi, har dótturin var fødd. Tað kenna tey seg trygg við, tí arabisku læknarnir har eru sera dugnaligir.
Jóannes hevur bara gott at bera sínum arbeiðsgevarum og starvsfeløgum øll hesi árini. Maersk er eitt sterkt og spennandi felag at arbeiða fyri. Sjálvur heldur hann tað vera skilagott av føroyingum við ymsum útbúgvingum at royna seg í altjóða oljuverðini eisini. Fleiri aðrir føroyingar arbeiða í Qatar, eitt nú umborð á FPSO oljuframleiðsluskipi uttan fyri Qatar.

Føroyingar nógvar møguleikar
Hann heldur tað avgjørt er góður møguleiki hjá føroyingum at arbeiða í oljuvinnuni í øðrum londum. Umstøðurnar eru sjálvandi sera ymiskar frá landi til land og alt eftir hvørjum yrki tú er í. Men fyri at verða sendur víðari út í heim, so krevur tað eitt grundarlag, sum man helst skal hava tættari frá, eitt nú í Danmark, Noregi og Bretlandi. Vanliga er tað higani frá, at oljufeløgini taka fólk at senda víðari út í miðeystur ella fjareystur at arbeiða. So hesi grannalond okkara eru ein góð lopfjøl fyri at koma víðari út í heim at arbeiða í oljuvinnuni. –Tá vit í Maersk skulu meta um fólk, sum skulu arbeiða við verkætlanum í eitt nú fjareysturi, so skulu tey hava royndir frá Norðsjónum t.d.

Oljuvinnan er ein vinna, har nógv arbeiði er at heinta, og tað er greitt, at hjá tí , sum hevur hug at fara tann vegin, so eru nógvir møguleikar, men spurningurin er um hetta er rætt at kombinera við tað at búgva í Føroyum.

Arbeiðir tú sum offshoreteknikari so ber væl til at kombinera hetta við at búgva heima í Føroyum og so vera burturi í so og so nógvar vikur. Arbeiðir tú sum verkfrøðingur, so krevur tað í størri mun, at tú er á staðnum.

Oljutilgongdin heima
Hjá føroyingi, ið arbeiðir í útlendsku oljuvinnuni, er tað altíð spennandi at síggja og fylgja við, hvussu gongur við oljuleitingini við Føroyar og hvørja ávirkan ein slík vinna fer at hava á samfelagið. Jóannes fylgir sera væl við hesi gongdini. Hann vónar og trýr uppá, at okkara myndugleikar fara at vísa tað skynsemi, sum skal til fyri at kunna handfara komandi útviklingin skilagott.

Vit spurdu hann, um oljan kann koma at gagna Føroyum?

-Tað kann vendast til nakað positivt og skapa arbeiði til fólkini, ið búgva her. Men sjálvandi er hetta ein stór uppgáva, sum skal stýrast við skynsemi. Tað er so ein spennandi avbjóðing eins og tann avbjóðingin eg havi tikið á meg í útlandinum.

Vit fara so ikki út í smálutir í samrøðuni við einum føroyskum oljuútviklingini. Eitt hevur Jóannes tó at siga. Hann heldur, um olja verður funnin, tað ikki tekniskt vera nakra orsøk vera til at taka oljuna í land í Føroyum. Tá er eisini størri vandi fyri álvarsligum avleiðingum, um ein tangabátur, sum kemur eftir oljuni skuldi farið á eitt sker.

Hóast hann hevur verið burtur heimanífrá í góð 20 ár, so hevur hann ikki slept heimlandinum. -Mær hevur altíð dámt væl at vitja heima og alla tíðina at kunna meg um, hvat hendir heima. Og at halda samband við vinir og kenningar við líka. Tað hevur stóran týdning fyri meg. Eri heima einar tvær reisir um árið.

Skrivaði føroyska oljubók í Korea
Hóast hann ikki hevur roynt seg sum rithøvduni áður, so fekk Jóannes íblásturin til at skriva eina skaldssøgu um føroyska oljuvinnu, tá hann arbeiddi í Korea. Henda bókin gjørdist ein bestseljari og varð útseld eftir tveimum vikum.

-Eg havi ongar royndir havt sum rithøvundi yvirhøvur. Skrivaði Oljubókina meðan eg sat einsamallur í Korea og keddi meg eitt sindur. Í Korea er alt koreanskt. Knappliga kom hugskotið og kenslan til at skriva søguna til mín og eg setti meg við telduna. Havi skrivað nøkur jólakort seinastu 25 árini, so hetta var ikki so lítið av eini avbjóðing.

Og Jóannes bleiv skjótt heilt fangaður av hesi uppgávuni og tað skuldi eisini koma til sjóndar í hanara vanliga arbeiði í Suðurkorea.

-Eg var á einum byggifundi við koreansku skipasmiðjuna. Bráddliga undir fundinum stóð tað mær púra greitt, hvussu henda bókin skuldi skrivast, so eg vendi fundarreferatinum við og griflaði niður alt tað sum kom mær til hugs. Bráddliga vóru so nógvir tankar, nú eg sat millum øll hesi fremmandu fólkini. Og knappligu stóðu 25 koreanar og 5 bretar í ljósabláum undirformi uppi yvir mær og hyggja eftir mær. Tað var vorðið púrað friðaligt í rúminum, og her sita teir og bíða eftir svari frá mær upp á ein spurning. Einki svar og teir bíða framvegis. Eg var tá stæddur mitt í Havnar gøtum og loysti átrokandi oljuspurningar í Føroyum. So eg mátti í skundi siga, at eg mátti kanna spurningin til næsta fund, og mátti eg spyrja ein av bretunum, hvat hatta snúði seg um. Soleiðis bleiv ein partur av Oljubókini til.

Jóannesi vísir á, at hann hevur tikið inntrykk til sín frá tí umhvørvi hann hevur verið í og síðani sett hesi saman. Bókin var ein happening og gjørdist ein succes, tí hon varð skjótt útseld. Og hetta gjørdi, at hann fekk blóð uppá tonnina. Nú arbeiðir hann við eini Kjølbroverkætlan. Tað er í fyrstu syftu at savna tilfar saman um stórvinnulívsmannin Kjølbro til databasa. Her liggur stórt arbeiði. Ùt frá tí skulu hann og bróðurin Finn meta, um hetta tilfarið kann brúkast til eina bók.

Øll vilja heimaftur
-Flestu føroyingar hava tokka til heimlandið, so einaferð vendir man væl heimaftur sigur Jóannes, sum sigur seg hava havt eina sera spennandi og gevandi tíð í Miðeystri og Fjareysturi.

Og hvat er so best at kunna koma heimaftur til ein dag!

-Familjan og umhvørvið her og so tað at vera saman við vinum og kenningum. Síðani er tað tann sermerkti friðurin í Føroyum, sum er so serstakur. Tað skiftandi ljósið og landslagið. Í Miðeystri er alt alla tíðina tað sama. So ljósbroytingin og ljósspælið er einstandandi at koma heim aftur til. Jóannes heldur eisini, at í Føroyum býr gott fólk, sum hevur viljan til at búleikast her undir teimum serstøku náttúruumstøðum, sum eru her.

Vit spurdu hann, um hann sær ein vanda í, at føroyska samfelagið er so bundið at fiskivinnuni. -Tað er sjálvandi ein vandi í at vera bundin at eini vinnu. Men tað er eisini ein avbjóðing í tí. Og tær avbjóðingarnar duga vit at síggja. Eg síggi eisini nakað skilagott í eini menning av KT vinnuni, sum kann møguliga í samstarvi við grannalondini kann vera við til at skapa enn fleiri vinnupláss í Føroyum.

Nú Jóannes vitjar heima tvær ferðir um árið hevur hann møguleikar at samanbera okkum við umheimin. Hann heldur ikki, at føroyingar bara hugsa um tað materiella. Føroyingar eru Gudrøkið fólk og hugsa ikki bara um tað materiella, sum man sær so nógva aðrastaðni sigur ein skilagóður og fegin klaksvíkingur, sum sær fram til, at hann eftir mong ár í altjóða oljuvinnu ein dagin kann venda heimaftur at virka í tí samfelag hann vaks upp í og har hann fekk so nógv gott í beinið.